AI/ritvit/vitlíki generera mynd av robotti í Føroyum

Kom gott ígongd við ritvit.

Brúkaravinarlig stig, sum geva meining.

At innarbeiða ritvit í títt dagliga virksemi kann kennast sum ein stórur biti at svølgja, men tað vísur seg í størri og størri mun at vera ein hentur háttur at økja um virkisføri, nýmenning og nøgdsemi hjá starvsfólki.

Lykilin er at byrja í smáum; at eyðmerkja ávísu økini, har ritvit kann gera ein mun beinanvegin. Tá ið tú sært úrslitini, og hevur meira álit á amboðinum, ber til at seta inn á enn fleiri arbeiðsøkir.

Í Føroyum hava nógvar fyritøkur sama trupulleika; tað óvanliga lága arbeiðisloysi áljóðandi 0,7% ger, at nógvar fyritøkur arbeiða undirmannaðar.

Lága arbeiðisloysi ger tað trupult hjá fyritøkum at avseta virðismikla arbeiðsmegi til at granska, hvussu man nýtur nýggju ritvit amboðini, sum allatíðina koma undan kavi fyri tíðina.

Hetta hevur við sær, at fyritøkur ikki kenna seg førar fyri at innarbeiða hesi nýggju amboðini í arbeiðsvirksemi, hóast at tey í sannroynd høvdu leysgivið meira arbeiðsmegi í fyritøkuni.

Lykilin til at koma væl í gongd við at brúka ritvit amboð er at byrja í smáum.

Við at leggja dent á minni uppgávur og at royna seg við amboðum, ið onnur longu hava haft góðar royndir við, so kann ein fyrr torfør uppgáva gerast nógv einfaldari, uttan at tyngja tíni starvsfólk.

Fylgir man so eini strategiskari ætlan, er eisini skjótt at síggja ítøkilig úrslit, sum gera mun. Hetta leggur lunnar undir at seta fleiri tiltøk í verk á burðardyggan hátt.

Tá ið farið verður undir at útgreina hvørjir møguleikarnir eru, so er besti hátturin at hyggja eftir amboðum, sum longu verða nýtt í ymsum fyritøkum.

Niðan fyri síggja vit fleiri dømi upp á hvussu ritvit hevur víst seg at lætta um arbeiði hjá fólki í ymiskum vinnum. Hesi dømi geva tær innlit í, hvussu tú kann brúka ritvit í júst tínari vinnu, til at fremja verulig og gagnlig úrslit.

Fyrst fara vit at hyggja eftir hvussu málslig amboð, sum t.d. ChatGPT, kunna nýtast til at fremja virkisføri, fullnýta mannagongdir, økja og betra um samskifti, og gera alskyns arbeiðsuppgávur í gerandisdegnum lættari.

Brúka høvdið til at hugsa við, ikki til at minnast við; so segði hann.

ChatGPT er serliga hent til at hjálpa tær skjótt at fáa hugskot og tankar úr høvdinum og niður á eitt pappír (hetta er myndamál - lat vera við at skriva tingini niður á eitt pappír).

Brúka ChaGPT til hugskotsmenning, og til at umskapa leysar tankar til nakað ítøkiligt, áðrenn tú deilur teir við starvsfelagarnar, mammu tína ella stjóran.

Hendan hjálpin frá ChatGPT kann í fyrsta syfti tykjast lítillátin, men tað vísir seg at ChatGPT er ein avbera góður hugskotsgevi, sum kann tosa við teg um leyst og fast, dag og nátt. Hetta tryggjar at tú altíð kann fáa ískoyti til eitt ørvísi sjónarmið ella nýggj hugskot, sum tú ikki hevði hugsað um sjálv/ur.

Stytt tíðina tú brúkar upp á samskiftisuppgávur

Ritvit dugur sera væl at lesa óruddiligar fundarfrásagnir ella langar teldupostsamrøður.

Avrita frásøgnina ella teldupostarnar inn í ChatGPT sum tað er; bið síðani um at fáa ein samandrátt av øllum, ein to-do lista, ella eitt útkast til ein teldupost til Oddmar, sum fortelur honum hvat hann skal gera.

Hetta minkar munandi um bæði tíðina og orkuna, ið tú vanliga brúkar upp á gerandisligar samskiftisuppgávur. Við meira tíð og orku kann tú savna teg um at gera tað, sum veruliga er umráðandi.

Rollispæl til starvsvenjing

AI/ritvit/vitlíki generera mynd av robotti sum ímyndar hvussu ChatGPT kann brúkast til at starvsvenjing

Ritvit kann brúkast til at eftirlíkna eina rúgvu av ymsum støðum, sum tú kanst nýta til eitt ótal av fyrireikandi venjingum, fyri at fyrireika teg upp á støður, áðrenn tær henda í veruleikanum.

Sum dømi kundi man vant eitt nýtt hjálparfólk í einum skúla, við at fáa ChatGPT til at spæla ein óskikkiligur 13-ára gamal drongur. Ella kann man venja tann nýggja sølumannin í bilasøluni við at tosa við uppspunnar kundar.

Í báðum førum kann ChatGPT eftirfylgjandi veita feedback upp á samrøðurnar. Harafturat eru ongar útreiðslur, sum vanliga koma fyri í samband við veruligar venjingarstøður.

Betri teldupostsamskifti

Ritvit kann hjálpa við at halda tann yrkisliga tónan, tá ið man samskiftir við kundar umvegis teldupost.

Tað tryggjar at tykkara teldupostar altíð eru fólkaligir, týðiligir og ‘on-brand’.

Hettar er serliga hent ein mánamorgun, tá ið ein kundi spyr tann sama spurningin fyri triðju ferð, og tú eina løtu gloymur hvat fólkaskikkur var fyri nakað.

Dømi um hvussu ChatGPT kann hjálpa í Føroyum

*ChatGPT er ikki eitt føroyskt skald, men tað ein góð hjálp allíkavæl.

Ger enda á málsligum forðingum

Ritvit er serstakliga væl egna til at samskifta við útlendskar starvsfelagir; til dømis kundi tað verið ein úr Thailandi, ið tit hava sett til at byggja ta nýggju heimsíðuna.

Hetta ger arbeiði millum fólk við ymsum málførleikum nógv smidligari, og gevur eisini eitt betri samstarv.

Skjótari skjal framleiðsla

Um tær tørvar samandráttar av fløktum skjølum, kanst tú nýta ritvit amboð sum ChatGPT til at gera lættlisnar samandráttir, sum eru snikkaðir til júst tín tørv ella tørvin hjá kundunum hjá tær.

Tú kanst t.d. geva ChatGPT ein PDF fíl, og síðani bíðja ChatGPT forklára innihaldið fyri einum 10 ára gomlum.

Tekna teg á bíðilistan til okkara ChatGPT skeið

Miss ikki okkara komandi net-skeið fyri skrivstovufólk í Føroyum, har tú lærur at brúka ChatGPT í tínum dagliga arbeiði.

Um tú longu veit at tú gjarna vil byrja uppá at flætta ChatGPT inn í títt arbeiði, so kanst tú longu nú tekna teg til bíðilistan til okkara komandi netskeið - ChatGPT til Føroysk skrivstovufólk.

Skeiði snýr seg um hvussu skrivstovufólk í Føroyum koma ígongd við at brúka ChatGPT til teirra arbeiði so skjótt og lættliga sum møguligt.

Tað er avmarkað pláss á bíðilistanum, so tekna teg nú og fá:

  • Serligan avsláttur tá ið skeiði kemur út.
  • Frammíhjárætt til kursustilfar.
  • Atgongd til skeiði, eyka kursus tilfar og allar framtíðar uppdateringar til skeiði.
Tekna teg á bíðilistan og tryggja tær pláss!

Ritvit er meira enn mál

Ritvit amboðini, sum eru á marknaðinum í dag, kunna handfara nógv meira enn bara mál. Fjølbroytt ritvit kann millum annað eisini framleiða myndir og tónleik til marknaðarføring. Niðanfyri fara vit at hyggja eitt sindur eftir hvat ber til tá tað kemur til fjølbroytt ritvit.

Tónleikur

Við ritviti kann man framleiða tónleik bara við birtum so sum “Design a synth riff that’s both energetic and infectious.”. Hettar er ein lættur háttur at gera baggrundstónleik til venjingarfilmsbrot ella lýsingarfilmar.

Myndir

Ritvit amboð kunna framleiða myndir í høgari góðsku, sum eisini passa saman við júst tykkara vørumerki. Ritvit kann enntá eisini broyta og betra myndir.

Tað kann nýtast til at økja góðskuna á eini mynd tit eiga. ella t.d. at skunda undir hvussu skjótt eitt 3D model av einum húsi er klárt til at vísast fram fyri kundanum. Samstundis kann tað brúkast til munadygga hugskotsmenning.

Myndin niðanfyri vísur hvussu ein mynd er gjørd út frá einari skitsu. Tað tók uml. 3 min. at fara frá einari skitsu til myndina.

AI/ritvit/vitlíki generera mynd av húsi í Føroyum

Ritvit mynda amboð eru í ferð við at gerast amboð sum marknaðarføring og arkitektar ikki kunna vera fyri uttan.

Finn loysnir við myndum

Við at leggja myndir inn í ChatGPT, sum ChatGPT so hyggur eftir og tulkar, ber eisini til at spyrja spurningar í mun til myndirnar.

Tað kann t.d. vera ein skíggjamynd av einum feili, ið tú hevur fingið í onkrum forriti, her kann ChatGPT geva tær hugskot til loysnir og vegleiðing til hvørji stig tú skal taka.

At seta ritvit í verk í tínum virksemi

Fyri at koma í gongd við at nýta ritvit, krevur tað ikki stórar íløgur ella djúpar, tøkniligar førleikar. Tú skal bara finna eina mannagongd sum onnur hava haft góð úrslit við og sum kann gangna tykkara virksemi sum skjótast.

Royn tað valdu ritvit-loysnina í eina tíð, har starvfólk fáa tíð til at venja seg við nýggja amboðið, og granska síðani úrslitini.

Við at fara stigvíst fram minkar tú um møguligar váðar, samstundis sum tú uppbyggir sjálvsálit til at royna fleiri møguleikar innan ritvit.

Eitt sum vísur seg ikki at rigga er, at leggja ein dag av og læra eina rúgvu um ChatGPT, fyri síðani at fara heima og arbeiða sum vant. Hetta er tíanverri vegurin, ið nógv velja at taka.

Tá ið tú tekur fyrsta fetið, er møguligt at hava eina fyritøku sum Tøkni Tænastuna við í byrjanuni. Vit hava royndir við hvat riggar og ikki. Vit veita hent rá, so tú sleppur undan vanligastu byrjunaravbjóðingum.

Hetta ger nógv tað lættari at innlima ritvit á ein skynsaman hátt.

Eitt samstarv við Tøkni Tænastuna leggur lunnar undir verulig úrslit, ið koma av okkara innlitið í, og royndum við, hvussu hendan nýggja tøknin veruliga riggar. Í einum samstarvi við okkum, ert tú tryggjað/ur:

Úrslitagóða ritvit vegleiðing: Rúgvismikli ritvit heimurin kann taka dirvið frá einum, men Tøkni Tænastan kann gera tilgongdina nógv einfaldari. Tað gera vit við at útgreina misskiljingarnar um hvussu amboðini rigga, og við at vegleiða í júst hvar man skal seta inn og hvar man skal lata vera.

Ein hjálpandi hond til tað torføra: Tøkni Tænastan kann koma inn og gera tað tunga arbeiða í byrjani, so tit sleppa frá at fara út og granska hvat er møguligt. Vit seta okkum inn í hvar tykkara fyritøka, í júst tykkara vinnugrein, kann vinna mest við at brúka ritvit.

Vit veita hjálpa við uppseting og venjing av starvsfólki. Vit arbeiða eftir eini snikkaleysari innliman av amboðnum, soleiðis at starvsfólkini kunnu hugsavna seg um kjarnuuppgávurnar.

Vit veita eisini hentar skapilónir, snikkaðar til ávísar arbeiðisuppgávur, so tykkara starvsfólk kunna kenna seg trygg í at byrja at nýta hesi amboð so skjótt sum gjørligt.

Tillagað venjing og varandi hjálp: Fyri at brúka ritvit á munagóðan hátt krevst meira enn bara góða tøkni; tað krevur at fólk læra at brúka amboðini á rættan hátt og at vanligar misskiljingar vera forkláraðar so tíðliga sum møguligt. Vit kunna veita venjingar tillagaðar tykkara tørv, umframt varandi leiðbeining og hjálp.

Varandi leiðbeining ger at starvsfólk ikki noyðast at læra alt í einum, men kunna vegleiðast og venja yvir fleiri umgangir. Soleiðis økja vit líkindini fyri einum munagóðum og varandi úrsliti.

Hug at koma í gongd við nýta ritvit við Tøkni Tænastuni? So kanst tú fylgja hesum stigum:

  1. Set teg í samband við okkum: Skriva til info@ritvit.fo ella fyll út frymilin niðanfyri fyri at koma í gongd.
  2. Finn eina tíð: Vit avtala ein dag har vit kunna hittast og fundast.
  3. Fund:Vit møtast til ein strategifund í áleið ein tíma, har vit leggja eina ætlan.
FYRIMUNIRNIR VIÐ AT HAVA TØKNI TÆNASTUNA VIÐ:
  1. Vegleiðing: Tú kemur at fáa virðismikil innlit við okkara ritvit serkunnleika. Vit taka okkum tíð til at greiða frá tingunum, so tit skilja hvussu alt riggar og hongur saman.
  2. Sergjørd ritvit menning: Vit menna sergjørdar ritvit loysnir, málrættaðar til tykkara virksemi og tørv. Hetta kann vera alt frá einklum kjatt-bottum, skapilónum til ChatGPT, til størri heildarloysnir ella appir.
  3. Snikkaleys integratión: Vit menna sergjørdar ritvit loysnir, málrættaðar til tykkara virksemi og tørv. Hetta kann vera alt frá einklum kjatt-bottum, skapilónum til ChatGPT, til størri heildarloysnir ella appir.
  4. Innlit í ChatGPT og føroyska málið: Vit geva tykkum innlit í hvussu man á bestan hátt arbeiður við ChatGPT í mun til føroyska málið. Vit greiða frá hvat riggar og ikki.
  5. Venjing: Styrk títt toymið við at veita teimum munadyggar førleikar og varandi vitan, ið gevur ítøkilig úrslit fyri fyritøkuna. Vit hjálpa við at menna neyðugu førleikarnar fyri at brúka ChatGPT í arbeiðsdegnum. Vit veita ‘hands-on’ venjingar sergjørdar til tykkara fólk og útvaldu arbeiðsøkini.
  6. Strategisk tíðarætlan: Saman leggja vit eina langtíðarætlan fyri ritvitmenningina, ið trygt leiðir starvsfólkini í persónligu menningini at brúka amboðini til sín fyrimun. Við visiónini hjá fyritøku tykkara fyri eyga, fylgja vit tøkniligu loysnini burðardygt fram á mál.
  7. Varandi betran: Vit fylgja støðugt við ritvit menningini í heiminum og halda tykkum dagførd tá okkurt er viðkomandi.
  8. Forvirkin handfaring av váða: Vit eru forvirkin tá tað kemur til at handfara møguligar váðar ísv. Nýggj ritvit-amboð. Hetta umfatar dátutrygd, loyvir, rættindi o.a., sum skal vera í ordan fyri at tryggja eina góða og álítandi uppseting og arbeiðsbyrjan.
  9. Skraddaraseymað ráðgeving: Fá strategiska ráðgeving málrættaða tykkara tørvi og málum, sum tryggjar at tit taka væl kunnaðar og grundaðar avgerðir.
  10. Slepp undan byrjanarfeilum: Byrja ritvit ferðina uttan vanligu byrjarnartrupulleikarnar; rætta vegleiðingin kunnar teg um vanligu feilirnar og misskiljingarnar, og tit verða útgjørd til at nýta ritvit til fulnar. Úrslitini gerast ítøkilig.
SET TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM FYRI AT KOMA Í GONGD!

ella tekna teg á bíðilistan til okkara ChatGPT skeið

Tað er avmarkað pláss á bíðilistanum, so tekna teg nú og fá:

  • Serligan avsláttur tá ið skeiði kemur út.
  • Frammíhjárætt til kursustilfar.
  • Atgongd til skeiði, eyka kursus tilfar og allar framtíðar uppdateringar til skeiði.
Tekna teg á bíðilistan og tryggja tær pláss!